Vinningar
Fleiri sera góðir vinningar eru at fáa í pakkum við
fótbóltskortum:
- Lítil 'FØROYAR' fótbóltar

- M-Station Academy "Rebound" Net (virði kr. 9.000,-)

- 2 atgongumerki til allar heimadystir í Nations League

- Landsliðstroyggja (til vaksin ella barn)

- Tól at máta skjótleika við

- Select fótbóltar

- Málmanshandskar

- Ítróttarfløskur

Fótbóltssamband Føroya og Innsport hava latið vinningarnar.
Um tú fært ein av 'Vinningur' kortunum, skalt tú fylgja boðunum
á baksíðuni á kortinum. Tey eru at senda eina mynd av kortinum
til foroyskfotboltskort@gmail.com.
Upplýs navn, bústað, telefonnummar (og stødd á bóltinum ella
handskum, ið tú ynskir, um tú fært eitt av teimum kortunum).
Vinningurin verður sendur við posti skjótast gjørligt.