Savningarkort
Eingi føroysk fótbóltskort eru komin úr síðani 2016, men í ár
hevur tú aftur møguleikan at samla kort av tínum yndisleikarum úr
bestu og næstbestu deildunum hjá monnum og úr bestu deilduni hjá
kvinnum.
Vit hava framlett kort av fleiri enn 450 ymiskum kvinnu- og
mannfólka leikarum. Kortini eru býtt upp soleiðis:
- Leikari kort
- Venjari kort
- Stjørnuleikari kort
- Stjørnuskot kort
- Landsliðsleikari kort
- Ársins lið kort (tey, ið vórðu valt á ársins liðið í 2019)
Færri kort eru prentaði av stjørnuleikarum, stjørnuskotum,
ársins lið leikarum og landsliðsleikarum, og tí er tað torførari at
fáa fatur á teimum kortunum.
Fótbóltskortini, savningarmappurnar og liðplakatir fáast til
keyps á hesum støðum síðst í mai 2020:
Magn:
Ringvegur
Frælsið
Gøtudalur
Klaksvík
Saltangará
Miðvágur
Trongisvágur
Sandur
Vágur
Við Streymin
Effo:
Vágur
Skálabotnur
Saltangará
Klaksvík
Sørvágur
Kollafjørður
Gundadalur
Argir
Leirvík
Strendur