Kor og treytir

Kor og treytir

Avtala

Hesi kor og hesar treytir er ein avtala millum teg sum brúkara og fotboltskort.fo. Við at góðtaka korini og treytirnar ert tú samstundis samdur í at fylgja øllum reglum á heimasíðuni hjá fotboltskort.fo, har tað týdningarmesta er at skikka sær hampiliga og hava virðing fyri øðrum brúkarum.


Rættindi til tilfarið á fotboltskort.fo

Tú mást ikki brúka nakað av tilfarinum hjá fotboltskort.fo, til lýsingarendamál uttan fyri heimasíðuni hjá fotboltskort.fo. Hetta merkir, at tú mást ikki avrita, býta út, selja, almannakunngera, senda ella á annan hátt geva víðari tilfar hjá fotboltskort.fo til ein triðja part uttan skrivliga at hava fingið loyvi frá fotboltskort.fo. Tú mást ongantíð broyta ella endurskoða nakað av tí tilfari, sum finst á heimasíðuni, hvørki sum ein heild ella sum partur av eini heild.


Brúkaraskaptir filmar og annað tilfar

Í hesari avtalu gevur tú fotboltskort.fo rættindi til, uttan nakað serligt endurgjald, markleyst at almannakunngera filmar og tilfar í øllum heiminum á alnótini, í sjónvarpinum og í øðrum miðlum. Harvið gevur tú fotboltskort.fo rættindi til at brúka, avrita, presentera, endurskapa, vísa, seta saman, tvinna saman, loyvisgeva  og eisini geva út filmar og tilfar, sum tú hevur skapt, til bæði lýsingarendmál og onnur endamál, sum ikki hava við lýsingar at gera.


Útihýsan og kolldøming av limaskapi

Fotboltskort.fo hevur rætt til at kolldøma tín limaskap og lata tín profil aftur, um tú ikki lýkur hesa avtalu ella reglurnar á heimasíðuni fotboltskort.fo, ella um tú ikki hevur brúkt tín profil í fýra mánaðir.


Reglur á Fotboltskort.fo

  • Geva ongantíð títt loyniorð víðari
  • Gev ongantíð tína teldupostadressu ella títt telefonnummar víðari
  • Gev ikki tínar persónligu upplýsingar víðari
  • Tú mást ikki avtala at hitta nakran í veruleikanum, sum tú hevur hitt á fotboltskort.fo, av tí at persónar, sum tú hittir á fotboltskort.fo, ikki endiliga eru tey, sum tey látast at vera
  • Ikki brúka niðrandi málburð. Fotboltskort.fo vil av sær sjálvum kanna hetta og banna ljótum og keðiligum orðum.
  • Ikki skriva seksuellar ella rasistiskar viðmerkingar
  • Tú mást ikki eyðmýkja ella arga aðrar limir á fotboltskort.fo
  • Tú mást ikki skriva ella senda ketubrøv
  • Tú mást ikki bróta nakra av lógunum viðvíkjandi uppihavsrætti
  • Boða frá øllum innihaldi, sum tú metir vera ósømiligt, illgrunavert ella stoytandi

Brúkarar, sum grundað verða meldaðir til okkum, fáa eina ávaring, og teirra profilur kann sigast upp, um teir gera seg inn á aðrar brúkarar ella á annan hátt misbrúka fotboltskort.fo ella brúkarar hjá fotboltskort.fo.

Samband

Trýst her!

 

Trúnaðarpolitikkur

Persónsupplýsingar og trúnaðarpolitikkur (herundir trúnaðarpolitikkur fyri børn)

Tú kanst verða biðin um at geva okkum fylgjandi persónligu upplýsingar, áðrenn tú kanst upprætta konto og gerast limur á fotboltskort.fo:

  • Tína teldupostadressu

  • Títt brúkaranavn

  • Títt telefonnummar

Tá tú gevur fotboltskort.fo og Savningarkortunum omanfyrinevndu persónligu upplýsingar, gevur tú okkum samstundis loyvi til, í tann mun lógin loyvir tí, at brúka omanfyrinevndu persónligu upplýsingar, soleiðis at fotboltskort.fo og Savningarkortini kunnu senda út tíðindabrøv, herferðir og lýsingar til tína teldupostadressu. Tú gevur harafturat fotboltskort.fo loyvi til at tillaga innihald og lýsingar á heimasíðuni eftir tínum aldri og kyni. Fotboltskort.fo og Savningarkortini kunnu m.a. senda tær teldupost fyri at gera teg varugan við nýggjar ella betri tænastur á heimasíðuni, fotboltskort.fo kann senda tær teldupost við spurnarkanningum, sum hava til endamáls at betra um okkara veitingar, og fotboltskort.fo kann senda tær teldupost, har vit hava sett saman tilboð og innihald til tín, grundað á tín atburð á heimasíðuni, tín aldur og hvar tú landafrøðiliga ert staddur/stødd.

Fotboltskort.fo ella Savningarkortini hvørki selja ella geva tínar persónligu upplýsingar víðari til ein triðja part. Eitt undantak er tó, um øll ella meginparturin av øllum aktivum í fotboltskort.fo og Savningarkortunum verða latin øðrum felag (nevnt ein flyting av aktivum). Í hesum føri tekur keyparin yvir, í tann mun lógin loyvir tí, teir persónligu upplýsingarnar, sum eru neyðugir fyri at raksturin av fotboltskort.fo og Savningarkortunum kann halda fram.

Velja fotboltskort.fo ella Savningarkortini at seta aðrar fyritøkur at røkja ávísar uppgávur, s.s. hjálp við marknaðarføring ella við tekniskum veitingum viðvíkjandi heimasíðuni, kunnu hesar fyritøkur fáa atgongd til persónligu upplýsingarnar, um hetta verður mett at verða neyðugt fyri at tær kunnu røkja teirra uppgávur á fotboltskort.fo. Fotboltskort.fo og Savningarkortini viðgera allar persónligu upplýsingarnar við størsta varsemi og gera avtalur við aðrar fyritøkur, sum hava við sær, at tær bert kunnu brúka tínar persónligu upplýsingar til at røkja sínar uppgávur fyri fotboltskort.fo og Savningarkortini.

Tað sama er galdandi í teimum førum, tá fotboltskort.fo og Savningarkortini samstarva við annað felag ella aðrar fyritøkur um at geva tær áhugaverd tilboð. Hesi feløg ella fyritøkur kunnu eisini fáa atgongd til tínar persónligu upplýsingar, um hetta hjálpir fotboltskort.fo og Savningarkortunum við at senda teldupostar, lýsingar á alnótini og líknandi. Hesar fyritøkur hava eingi rættindi til at varðveita ella brúka upplýsingarnar til onnur endamál enn til ta uppgávu, tær røkja fyri fotboltskort.fo og Savningarkortini.

Fotboltskort.fo og Savningarkortini goyma ikki persónligu upplýsingarnar í longri tíð enn viðkomandi lóg loyvir. Í hesum tíðarskeiði verða persónligu upplýsingarnir bert nýttir í tann mun, henda avtalan loyvir og í samsvari við tí lóg, sum til eina og hvørja tíð er galdandi. Tað er í høvuðsheitum av trygdarávum, at vit goyma tínar persónligu upplýsingar, soleiðis at vit kunnu fyribyrgja, kanna eftir, avdúka og rættarsøkja møguligar revsibarar umstøður framdar ímóti einum av okkara limum. Fotboltskort.fo og Savningarkortini tilskila sær rætt til at senda tínar persónligu upplýsingar víðari í tann mun, lógin krevur, umframt tá vit eru av teirri fatan, at kunngerðin er neyðug fyri at verja okkara rættindi og/ella fyri at lúka rættarligar mannagongdir, úrskurðar ella rættarsøking, sum er viðkomandi fyri okkara heimasíðu ella Savningarkortini.

Savningarkortini og fotboltskort.fo skulu í góðari tíð boða brúkarum frá, um treytirnar verða broyttar, soleiðis at brúkarin hevur møguleika at frámelda sín limaskap, um so er, at brúkarin ikki góðtekur treytirnar


Spurningar um persónsdáta og afturtøku av samtykki

Ynskir tú innlit í, hvørjar upplýsingar fotboltskort.fo og Savningarkortini hava um teg, ella um tú hevur aðrar spurningar um tínar persónligu upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við okkum umvegis upplýsingar okkara niðast á síðuni. Við at logga inn og sletta tín brúkara kanst tú taka aftur títt samtykki til, at vit brúka og goyma tínar persónligu upplýsingar.

Neyðugt er hjá okkum at goyma tínar persónligu upplýsingar um teg fyri at kunna bjóða tær nøktandi brúkarauppliving á fotboltskort.fo og fyri at kunna samskifta við teg sum lim. Vit kunnu tí ikki góðtaka tín limaskap, um tú ikki loyvir okkum at viðgera tínar persónligu upplýsingar. Av hesi orsøk skalt tú siga upp tín limaskap við at sletta tín brúkara, um tú ikki ynskir, at vit handfara tínar persónligu upplýsingar.


Cookies

Fotboltskort.fo kann leggja eina tekstfílu í tín internetkaga á tíni teldu, eina sonevnda "cookie". Cookies savnar inn upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at betra um og laga til upplivingina hjá hvørjum einstøkum brúkara á síðuni. Cookies sigur t.d. frá um, hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuni, og hvørjir partar av heimasíðuni eru best umtóktir. Fotboltskort.fo og Savningarkortini kunnu senda út upplýsingar, sum eru savnaðir inn umvegis cookies, í eini viðgjørdari (tvs. í eini samlaðari og ópersónligari) útgávu sum hagtøl til limir, samstarvsfelagar, stuðlar, lýsarar og onnur.

 

 

 

Skráset brúkara

Her fært tú stovnað tær ein brúkara, ið gevur atgongd til spøl, kappingar og allar myndirnar, sum liggja á síðuni.

Skráset