Foreldur

Upplýsingar til foreldur og avvarðandi

Hvat er fotboltskort.fo?

Fotboltskort.fo er ein talgildur partur av prentaðu fótbóltskortunum við fótbólti og fótbóltspølum sum tema. Tað ræður um at stuttleika sær, men fotboltskort.fo er og verður ment við atliti til at økja um áhugan hjá ungum fyri fótbólti og fótbóltsspælinum.

 

Hvat kann mítt/okkara barn gera á fotboltskort.fo?

Stuttleika sær ímeðan børnini verða kveikt og kunnaði um fótbóltsspælið. Hvørt einstakt barn fær ein persónligan profil, sum verður brúktur í samband við ymsu tænasturnar á fotboltskort.fo, s.s spøl, bloggur, at fáa nýggjar vinir. Brúkararnir á fotboltskort.fo kunnu savnað saman stig og kappast ímóti hvørjum øðrum.

 

Hvør brúkar fotboltskort.fo og er tað trygt?

Fotboltskort.fo er trygt og fyri øll. Fotboltskort.fo er í høvuðsheitinum fyri børn í aldrinum 5-13 ár. Fotboltskort.fo er eitt trygt stað at brúka sína tíð við vinum og at hitta nýggjar vinir. Tað er ein skylda hjá fotboltskort.fo at hava eitt trygt umhvørvi og tað gera við m.a. við at:

- gera vart við vandan at ferðast á netinum og ráðgeva okkara brúkarum, hvussu teir ferðast trygt á netinum.

- mæla til at og gera tað møguligt at geva okkum boð um misnýtslu av einum ella øðrum slagi ella vánaligan atburð til.

 

Skráseta tit persónligar upplýsingar hjá mínum barni?

Vit skráseta bara brúkaranavn, loyniorð, teldupostbústað og telefonnummar er ísambandi við skráseting av brúkara. Telduposturin verður nýttur at góðkenna konto og at senda møguliga kunning út frá fotboltskort.fo og Savningarkortum.

Hvussu kann fotboltskort.fo økja um áhugan hjá mínum barni fyri fótbólti?

Tað gera vit m.a. við at leggja fram tilfar, sum hevur við fóltbólt at gera. T.d. fótbóltsspøl, videobrot og myndir.


Hvat kostar tað?

Fotboltskort.fo er ókeypis at nýta. Ein og hvør brúkar kann verða á fotboltskort.fo so leingi tey hava hug uttan at rinda nakað yvirhøvur. Prentaðu fótbóltskortini, mappurnar og annað tilfar, sum fæst í sølubúðunum um landið, skal gjaldast fyri.

 

 

 

Skráset brúkara

Her fært tú stovnað tær ein brúkara, ið gevur atgongd til spøl, kappingar og allar myndirnar, sum liggja á síðuni.

Skráset