Vit eru gjørd varug við, at tað tykist sum um, at eitt kort av
Bjørg Jarnskor (ÍVB) manglar í pakkunum.
Vit hava kannað málið við framleiðaran av kortunum, sum sigur,
at kortini av Bjørg eru prentað og pakkað. Hetta tykist kortini
løgið, tá so nógv siga seg leita eftir kortinum av henni.
Vit eru sjálvandi sera hørm um, at einki kort av henni finst í
pakkunum. Hetta er ein feilur av framleiðaranum, og nakað, sum
Føroysk Fótbóltskort ikki hevur ávirkan á.
Fyri at øll skulu fáa møguleikan at fáa kort av Bjørg, hava vit
bílagt leys kort av henni. Nærri kunning kemur um, hvussu møguligt
verður at ogna sær eitt kort av Bjørg Jarnskor í nærmastu
framtíð.
Um tú, áðrenn 9. juni, samlaði øll kortini (uttan Bjørg),
skalt tú senda ein tpost til foroyskfotboltskort@gmail.com. Hetta
skal gerast áðrenn leygardagin 20. juni kl. 16.