Bloggurin

Tíverri eru tvey kort, har nøvnini eru skeiv. Slíkt kann henda, tá man hevur 475 leikarar at halda stýr á :)

Tórður Thomsen (NSÍ) og Mattias Weihe Joensen (Stjørnuleikari B36) eita sjálvandi ikki "First M. Last Name," sum á teirra kortum.

Vit prenta nýggj kort av teimum. Soleiðis skalt tú gera, um tú vilt býta um við kort við røttu nøvnunum:

1. Send eina mynd av kortinum við feilinum til foroyskfotboltskort@gmail.com
2. Skriva navn, bústaður og telefonnummar í t-postin

Síðani senda vit nýggja kortið við posti, so skjótt vit hava fingið tað. Hetta kemur nokk at taka upp til ein mánað. Haldið okkum til góðar. 

Skriva viðmerking

Skráset brúkara

Her fært tú stovnað tær ein brúkara, ið gevur atgongd til spøl, kappingar og allar myndirnar, sum liggja á síðuni.

Skráset